Brúðarvígsla

Brúðarvígsla

Borgarlig vígsla 

Kommunurnar taka sær av borgaraligu vígslunum. Borgarar í Sunda kommunu, sum ætla at giftast, skulu venda sær til kommunuskrivstovuna, sum útflýggjar oyðublað ella hjúnalagsváttan, sum tað formliga eitur. Hetta er eisini galdandi fyri limir í teimum trúarsamkomum, sum hava fingið serligt loyvi at víga fólk.

Vanliga er tað borgarstjórin, sum fremur borgarliga vígslu. Í trúarsamkomunum er tað ein samkomuleiðari, sum vígir.

Kirkjulig vígsla 

Tey, sum ætla at giftast í kirkju, skulu venda sær til prestin í tí kirkjuni, har ætlanin er at giftast.