Tjørnuvík
Tjørnuvík
Útgrevstrar hava prógvað, at Tjørnuvík telist millum elstu bygdirnar í landinum. Fornfrøðingar hava staðfest, at fólk hava búð í Tjørnuvík síðan umleið ár 650. Her eru funnar leivdir frá víkingatíð, og eins og í fleiri av elstu búsetingunum í landinum sæst, at tað ikki var so umráðandi, at talan var um kyrrupláss. Heldur var umráðandi, at lendisviðurskiftini vóru góð til velting og at ein góð matará rann framvið.
Markatalið í Tjørnuvík er 24, býtt í tríggjar hagapartar: Norðan Kamb (12 merkur), Heiman Kamb (8 merkur) og Fyri Sunnan (4 merkur).
Norðanfyri er Tjørnuvíksstakkur, har tjørnuvíkingar hava seyð gangandi. Nakrir ferðir á hvørjum sumri verður skipað fyri ferð við tráðbananum út á Stakkin. Eisini Sjeyndir, sum er norðasta víkin á Streymoynni, eru eina útferð verdar.
Tjønuvíkar skúli er í dag sonevndur listabústaður. Tað er felagið fyri listafólk, LISA, ið nýtir bygningin til limir sínar at virka í.
Upprunaliga er Tjørnuvík gomul kirkjubygd, bæði hjá Haldórsvík og Saksun, men stutt eftir at kirkjan í Haldórsvík var bygd í 1856, var kirkjan í Tjørnuvík tikin niður og ein partur av henni fluttur til Saksunar. Helst var orsøkin, at Haldórsvík stóð í vøkstri um hetta mundið. Útróðurin tók dik á seg, og Haldórsvík vóru umstøðurnar betri. Ikki fyrr enn í 1937 varð kirkjugongd hildin aftur í Tjørnuvík.
Ábyrgdarpersónar
Ábyrgdarpersónar fyri at savna saman staðarnøvn fyri bygdina Tjørnuvík eru Hans Esbern Heinesen, Steinbjørn Magnussen og Tórhallur Magnussen.
Hans Esbern er føddur í 1944 og hevur búði í 40 ár á Argjum, men valdi at flyta heim aftur til Tjørnuvíkar í 2002. Hann er útbúgvin húsasmiður. Steinbjørn og Tórhallur eru feðgar og búgva báðir í Tjørnuvík. Steinbjørn er føddur í 1951 og er fyrrverandi sjóðmaður. Nú arbeiðir hann sum arbeiðsmaður. Tórhallur er føddur í 1976 og arbeiðir sum sølumaður og tekniskur ráðgevi.
Teir hava allir tríggir altíð havt stóran áhuga fyri staðarnøvnum, og verða staðarnøvn í stóran mun enn brúkt millum fólk í Tjørnuvík. Sum Hans Esbern sigur: “Ert tú góður við tína heimbygd, so er umráðandi ikki at gloyma, men at goyma.”
Fyri at finna fram til staðarnøvnini og frágreiðingarnar hava teir tosað við røktingarmenn og fleiri av teimum eldru fólkunum í Tjørnuvík. Eisini hava skrásetingarnar hjá Ulf Zachariasen frá 1951 verið hentar. Teir hava brúkt umleið 2 ár at fáa skrásett staðarnøvnini í Tjørnuvík.
Síðan við staðanøvnum eitur sundastad.kort.fo. Legg til merkis, at síðan riggar ikki við internetexplorer browsara. Vit viðmæla at brúka google chrome.