Umhvørvispláss

Burturkast - umhvørvispláss

Umhvørvisplássið við Streymin er opið: 
mánadag er stongt - tó opið í oktober í sambandið við slaktið
týsdag, hósdag og fríggjadag 14.00-16.00 
mikudag 14.00-18.00 
leygardag 13.00-17.00 

Umhvørvisplássið í Tjørnuvík er fyribils stongt.

Umhvørvisplássið við Gjógv er altíð opið.

Umhvørvisplássini taka bert móti burturkasti frá vanligum húsarhaldi. Alt rusk, sum kemur á umhvørvisplássið, skal vera rætt skilt.

Virki, handlar og aðrar fyritøkur hava onga atgongd á umhvørvisplássunum. Her verður víst til IRF, tlf. 41 42 43.

Ein bingja, ið er merkt "Dugni-Endurnýtsla" er sett á Umhvørvisplássið, har borgarar í Sunda kommunu kunnu lata lutir til endurnýtslu. 

Fyri byggitilfar sum verður latið til Umhvørvisplásið, skulu gjaldast 180 krónur fyri rúmmeturin. Tá byggitilfarið verður latið til Umhvørvisplássið, verður seðil útflýggjaður, sum vísir nøgdina. Rokning verður send tí, sum hevur latið Umhvørvisplássinum byggitilfar til burturbeiningar.

Brennistøðin á Hagaleiti tekur bert ímóti burturkasti, sum loyvi er givið til frammanundan.

Net skal vera spent yvir burturkast, sum verður koyrt í opnum lastum. Allir lutir skulu vera smærri enn 100 x 50 x 50 sentimetrar. Tó skulu timburstokkar vera stytri enn 100 sentimetrar.

Papp, bildekk, trolnet, gørn og plaststórsekkir skulu endurvinnast. Nærri verður avtalað við IRF á tlf. 41 42 43, irf@irf.fo