Móttøka av mold

Moldpláss | Mynd: Sunda kommuna

Vísandi til býráðssamtykt 26. mars 2007 er hetta galdandi tá talan er um móttøku av mold.

Móttøka av mold

Til ber at sleppa av við mold til moldplássið hjá kommununi. Gjaldið fyri móttøku av mold er kr. 120,00 fyri lessið, sum verður latið til moldplássið. Fyri at sleppa av við moldina skal ringjast til umsjónarformannin tlf.: 297222.

 

Gjald fyri mold í sambandi við útgraving

Øll, sum keypa grundstykki frá Sunda kommunu skulu gjalda kr. 5.000, tá ið søkt verður um útgravingarloyvi. Fyri at sleppa av við moldina skal ringjast til umsjónarformannin á tlf.: 297222.