Húsarhaldsrusk
Húsarhaldsrusk
IRF heintar ruskposar fyri øll húskið í kommununi. Tá tú ert skrásettur at búgva her fær IRF fráboðan um at tú ert fluttur til. IRF leverar rull av ruskposum. Bert rusk, sum er í gráu IRF ruskposunum verður heintað.
Eru tit 6 persónar ella fleiri í húskinum fáa tit 2 rull av ruksposum. Hetta skal fráboðast á kommunuskrivstovuni.
Húsarhaldsrusk frá frítíðarhúsum
Eigarar av summar- og frítíðarhúsum í Sunda kommunu, verða vinarliga bidnir um at venda sær til IRF , um eitt hvørt viðvíkjandi ruskposum, heintan og rottangatøming.
IRF er at hitta á tlf. 414243 ella á irf@irf.fo