Frítíðarundirvísing

Skráin fyri komandi kvøldskúlaár 2022/2023 sæst her.

Situr tú inni við góðum hugskotum til lærugreinar, sum kundu verðið bodnar út í frítíðarundirvísingini? So er ikki at halda teg aftur. Send títt hugskot til sunda@sunda.fo og møguliga kemur tín lærugrein út í komandi skrá.

Í tilknýti til fleiri skúlar í kommununi er frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi. Serliga er tað tónleikur, sum undirvíst verður í, men eisini ymiskt handaligt er á skránni.

Endamálið við hesum tilboðum er stimbra hvønn einstakan at menna sínar førleikar innan ymisk øki, umframt at gera sítt til, at stuðla upp undir lívslongu læringina.

Kommunan samskipar útbúgvingartilboðini við støði í teimum ynskjum og tí tørvi, sum er í kommununi. 

Faldarin verður borin í hvørt hús í kommununi um heysti umframt og lýstur á her á heimasíðuni. Várskeið verða lýst her á heimasíðuni.

Øll undirvísing er treytað av nóg stórar undirtøku og góðkenning myndugleikanna.

Tilmelding fer fram her á heimasíðuni. Tá goldið er, ert tú tilmeldað/ur.

Leiðreglur fyri Frítíðarundirvísingina í Sunda kommunu. Samtyktar á býráðsfundi 26.02.2018.