Fólkaskúlar, 1.-3. flokk

Skúlagongd

Skúlagongdin er í alt størri mun vorðin ein hornasteinur undir menningini hjá øllum børnum. Skulu tey mennast og trívast við teimum krøvum, ið dagsins samfelag setir til tey, er neyðugt at undirvísingin fer fram í einum mennandi og tíðarhóskandi umhvørvi.

Kommunan leggur tí stóran dent á, at fólkaskúlin gevur børnunum eitt gott støði at standa á, økir um hug teirra at læra og annars er grundvøllur fyri virkishugi og fakligum førleikum.

Tað eru tríggir skúlar í Sunda kommunu ein í Hósvík, ein í Hvalvík og ein á Oyrarbakka.

Í Hósvíkar skúla og í Hvalvíkar skúla ganga næmingar frá 1.-3. flokk. Í skúlanu við Streymin á Oyrarbakka ganga næmingar frá 1. -10. flokk.

Skúlsamstarv er í millum Sunda og Eiðis kommunur. Skúlabørn frá 8. - 10. flokk ganga í Skúlanum við Streymin. 

10. flokkur kallast E-nám og er skipaður sum samstarv millum tríggjar skúlar. Skúlan við Streymin, Stranda skúla og Fuglafjarðar skúla.