Dátuvernd
Dátuverndarkunning
Sunda kommuna er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av teim persónupplýsingum, vit hava skrásett um teg. Sum dátuábyrgdari er tað skylda okkara at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini.
Kommunan er dátuábyrgdari og hevur skyldu at kunna teg um eina røð av viðurskiftum og rættindum, sum tú hevur sambært dátuverndarlógini. Tó skalt tú geva tær far um, at tað kunnu verða undantøk í tínum rættindum, tí kommunan er ein almennur myndugleiki, sum í nógvum førum hevur skyldu at viðgera persónupplýsingar sambært aðrar reglur ella aðra lóggávu.
Tú skalt í høvuðsheitum hava fráboðan um, at persónupplýsingar vera viðgjørdir um teg, hvør er dátuábyrgdari, endamál við viðgerðini, møguligir móttakarar av upplýsingunum v.m.
Heimild og endamál við viðgerðini
Kommunan viðger tínar persónupplýsingar, vit sum kommuna, skulu veita tænastur og veitingar, og í hesum sambandi hava brúk fyri persónupplýsingum um bæði borgarar, feløg, fyritøkur, starvsfólk og samstarvspartar.
Málsviðgerðin í kommununi er fevnd av reglunum í dátuverndarlógini, fyrisitingarlógini og skjalasavnslógini v.m.. Vit viðgera tínar upplýsingar sambært § 8, stk. 1, nr. 1, 3 ella 5, umframt § 11 stk 2. nr. 1, 2 ella 7, í dátuverndarlógini.
Um vit innsavna ella seinni viðgera tínar persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, verður tað gjørt innan fyri karmarnar av § 7, stk. 3, í dátuverndarlógini.
Rættindi hjá skrásetta
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru nærri lýst í kapitli 4 í dátuverndarlógini.
Rættindini í dátuverndarlógini eru hesi:
- Rætturin til kunning í §§ 23-25
- Rætturin til innlit í § 26
- Rætturin til rætting í § 27
- Rætturin til striking í § 28
- Rætturin til viðgerðaravmarking í § 29
- Rætturin til dátuflutning í § 31
- Rætturin til mótmæli í § 32-34
- Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð
- Rættindini eru ikki treytaleys, og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú vilt gera eitt ella fleiri av rættindum tínum galdandi, skalt tú venda tær til kommununa á sunda@sunda.fo ella á telefon 29 72 71. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 16.00, tó mikudag millum 10.00 og 16.00.
Hvar stava persónupplýsingarnar frá?
Kommunan fær vanliga flestu upplýsingar, vit skulu brúka, frá tær. Men vit kunnu t.d. eisini heinta upplýsingar frá fólkayvirlitinum ella øðrum almennum skráum.
Vit skráseta og deila møguligar upplýsingar við aðrar myndugleikar, partar í málum ella onnur til tess at kunna viðgera mál títt á nøktandi hátt.
Um tú hevur givið samtykki til, at vit kunnu savna upplýsingar viðvíkjandi tær í sambandi við málsviðgerð/umsókn, kanst tú til eina og hvørja tíð taka samtykki títt aftur.
Bólkar av persónupplýsingum sum vit savna
Kommunan viðger persónupplýsingar um teg í sambandi við ítøkiligu málsviðgerðina. Upplýsingarnar kunnu verða vanligir persónupplýsingar t.d. navn, p-tal, bústaður og fíggjarviðurskifti. Talan kann eisini verða um viðkvæmar persónupplýsingar t.d. um heilsu og sosial viðurskifti.
Víðarigeving av persónupplýsingum
Kommunan gevur bert tínar persónupplýsingar víðari, um vit hava skyldu til tess sambært viðkomandi lóggávu, gjørda avtalu/sáttmála, viðkomandi málsviðgerð, aðrar almennar stovnar og myndugleikar, t.d. TAKS.
Kommunan gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari, sum kommunan hevur savnað í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.
Í ávísum førum er tað tó neyðugt, í sambandi við málsviðgerðina, og fyri at halda skyldurnar í t.d. fyrisitingarlógini og skjalasavnslógini, at senda persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari.
Í útgangsstøðinum flytur kommunan ikki persónupplýsingar um borgarar til útlond ella triðjalond, hetta kann tó verða neyðugt í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.
Sunda kommuna brúkar Facebook
Sunda kommuna hevur eina Facebook síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar.
Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook síðuna hjá Sunda kommunu. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.
Her kanst tú lesa meira um cookiepolitik hjá Facebook.
Sunda kommuna hevur ein YouTube brúkara.
Sunda kommuna hevur ein YouTube brúkara, sum fyri tað mesta verður brúktur til at stroyma frágreiðing av býráðsfundunum hjá Sunda kommuna, men verður eisini brúktur at stroyma onnur tiltøk.
Eisini her skalt tú vera vitandi um, at YouTube (Google) savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar YouTube síðuna hjá Sunda kommunu. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og at YouTube brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.
Her kanst tú lesa meira um cookiepolitik hjá Youtube (Google)
Goymsla og striking av persónupplýsingum
Kommunan strikar persónupplýsingarnar, tá ið málið ikki longur er virkið, og goymsluskyldan gongur út, og tá ið eitt møguligt skjalasavnskrav er uppfylt. Tá ið upplýsingarnar eru savnsgoymdar ella strikaðar hevur kommunan ikki longur atgongd til hesar.
Brúk av farspori (cookies)
Vit brúka farspor á heimasíðunum hjá kommununi til tess at betra um tænastuna á síðunum. Hetta til tess, at gera heimasíðuna meira ítøkiliga og viðkomandi fyri brúkaran. Brúk av farspori verður heimilað í ítøkiligum samtykki, sum altíð kann takast aftur.
Samskiftisupplýsingar
Sunda kommuna
Oyrarbakkavegur 3
400 Oyrarbakki
Tlf.: 29 72 71
Teldupost: sunda@sunda.fo
Skrivstovan er opin gerandisdagar millum kl. 9.00 og 16.00, tó mikudag millum kl. 10.00 og 16.00
Dátuverndarfólk
Kommunan hevur tilnevnt eitt dátuverndarfólk, og um tú hevur spurningar um viðgerð av persónupplýsingum í kommununi, kanst tú venda tær til dátuverndarfólkið.
Teldupost: sunda@sunda.fo - Heitið á teldupostinum skal vera “att. Dátuverndarfólk”. Tú kanst eisini senda eitt vanligt bræv til kommununa, merkt “att. Dátuverndarfólk”.
Møguleikin at klaga til Dátueftirlitið
Skrásetti kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónupplýsingum, sum viðvíkur honum.
Metir tú, at kommunan ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00.
Sí meira kunning á www.dat.fo.