Sunda sløkkilið

Sunda sløkkilið
Mong ár áðrenn verandi Sunda kommuna gjørdist veruleiki var samstarv í Sundalagnum um eitt felags sløkkilið. Sunda Sløkkilið hevur støð á Oyrarbakka, nærhendis brúnni um Streymin, við allari neyðugari útgerð.
Eisini er lokal sløkkiútgerð við Gjógv, í Tjørnuvík, í Haldórsvík og í Hósvík.
Tilbúgvingarleiðari er Magnus Madsen, tlf. 29 72 29.
Tá boðað verður frá eldsbruna ella øðrum, sum sløkkilliðið verður sent til, eiga fólk at venda sær til telefon nr. 112 (neyð og hjálp).
Sløkkiliðið tekur sær eisini av uppruddingararbeiðið í sambandi við oljulekar.
Ert tú varugur við oljuleka boða so frá til tilbúgvingarleiðaranum á tlf: 29 72 29.