Skúlin við Áir

Skúlin við Áir

Skúlin við Áir gevur vinnutarnaðum í vinnuførum aldri møguleika at skúla ella umskúla seg at fara útbúgvingarvegin.

Hvør kann søkja?
Tú kanst søkja inn á skúlan við Àir, um tú eitt nú hevur rørðslutarn og/ella lættari persónligar/sinnisligar/sosialar trupulleikar.

Hvat er endamálið?
Endamálið við skúlanum er at menna tínar fakligu og persónligu førleikar, so tú fært eitt 9. floks prógv, við tí stavnhaldi, at tú kanst fara víðari á miðnámsskúla ella í arbeiði.

Hvat er innihaldið?
Møguleiki er at byrja í fyrireikingarflokki, sum er grundarlag fyri 9.floks undirvísing, ella at byrja beinleiðis í 9. flokki.

Vit leggja dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi, har vit virða hvør annan. 

Skúlin kann testa fyri orðblindni og veita undirvísing til lesi-,skrivi- og rokniveik 

Fyrireikingarflokkur
Í fyrireikingarflokkinum verður miðað eftir at geva grundleggjandi lesi-, skrivi- og rokniførleikar til næmingar.

Eisini veitir skúlin hjálp at loysa persónligar avbjóðingar, so næmingarir gerast førir fyri at læra og halda fram í 9. flokki (fráfaringarroynd fólkaskúlans) á skúlanum hjá Dugna við Áir.

9. flokkur
Møguleiki er at nema sær ávikavist 9. ella partvís 10. floks prógv. Í 9. flokki er fakliga undirvísingarstøðið á áleið 8. - 9. floks støði.

Búdeild 
Átta næmingar kunnu búgva á skúlanum. Tey, sum búgva á kostdeildini, gjalda 1.200 kr. fyri kamarið og 800 kr. fyri mat um mánaðin. 

Fólk í koyristóli kunnu lættliga koyra inn frá vegnum og inni á skúlan.

Skúlin hevur wc til rørðslutarnað fólk, og lyfta er millum báðar hæddirnar, so tað lættliga ber til at flyta seg frá skúlastovunum til kømrini. Kømrini er vælegnað til fólk við rørslutarni.

Hvussu verður tú upptikin?
Um tú hevur hug at søkja inn á skúlan, kanst tú ringa til Dugna á tlf. 350070 og biðja um umsóknarblað.

Eisini ber til at heinta umsóknarblaðið á heimasíðu skúlans her.

Til ber at søkja alt árið. Tú sendir okkum umsóknina, og vit seta teg á bíðilista, til vit hava tikið støðu til hana.

Upptøkuviðgerð til skúlan er vanliga fyrst í apríl, og næmingar verða tiknir inn á skúlan í august á hvørjum ári.

Skúlaleiðari er Stig Elttør
t-postur: dugni@dugni.fo 
tlf. 350340