Regatta í Hósvík

Regatta í Hósvík
Fríggjadagin 2. august 2019 verður árliga Regattasiglingin.
Motorbátar sigla av Eiði til Hósvíkar kl. 17:45 og árabátar loysa kl. 17:00.
Tá komið verður til Hósvíkar, verður góður døgurði at fáa í bygdarhúsinum, sum kendi kokkurin Ruben Busk ger, og leygarmorgunin kl. 09:00 er morgunmatur.
Kostnaður fyri luttøku, íroknað regatta blusu, armband og báðar máltíðirnar, er einans 150 kr.
Húsvognar eru eisini vælkomnir, og einasta krav er at hava atgongumerki eins og øll onnur.
Í tónaneystinum vera Hanus G. Johansen og Ester Kristiansen.
Seinni verður felagssangur, og eftir felagssangin kemur Emil Olsen at halda eina røðu
Bólkur úr Fuglafjarðar Harmonikufelag spælir til dansin í bygdarhúsinum á midnátt. Kostnaður til dansin er 150kr.
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost á hosvik79@gmail.com, ella við at ringja á telefon nummar 257922
Tá ið bátar verða meldaðir til, skal tað viðmerkjast:
-Skipari umborð
-Telefon nummar (kontakt persón umborð á bátinum)
-Hvussu nógv ferðandi eru við
Tá ið húsvognar vera meldaðir til, skal tað viðmerkjast:
-Navn og tlf nr. hjá ábyrgdarpersóni
-Nummarpláta
-Um síðutelt er við
Seinasta freist at melda til er mikukvøldið 31. juli.
Prísurin er sera, sera góður! Kostnaðurin er 150 kr. fyri vaksin, og fyri børn upp til 14 ár einans 100kr.
Børn 0-3 ár sleppa ókeypis
Goldið verður á Eiði, har man fær armband fyri luttøku, fyri døgurðan og eina Regatta blusu.
Skiparanir fáa ein vimpul til bátin teir føra
Eisini ber til ogna sær atgongumerki í Á handlinum við streymin frá 19. juli 2019.
Vinaliga Hósvíkar Róðrarfelag
Les meira á facebook síðuni her.