Økispsykiatri
Økispsykiatri
Tríggir sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða í økispsykiatriini fyri Norðstreymoy/Vágar og bygdirnar Oyri, Oyrarbakka, Norðskála, Eiði og Funning Eysturoyarmegin. Økið fevnir sostatt eisini um Sunda Kommunu. Skrivstovan er á Hornavegi 19, Oyri.
Økispsykiatriin er ein partur av psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Virksemið hevur til endamáls at styrkja og stuðla menniskju við sálarligari órógv. Harafturat verður arbeitt við at geva stuðul og innlit í egna støðu, stuðul til at skipa dagin, samstarva við avvarðandi og onnur viðkomandi, eins og við samrøðum og við undirvísing.
Fólk við sálarligari órógv ella avvarðandi teirra kunnu venda sær til økispsykiatriina.
Starvsfólk eru:
Gurið Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon: 234578,teldupostur: gurpe@ls.fo
Joan Danberg, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon: 234672, teldupostur: lsjoada@ls.fo
Rúna Rodmundsdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon: 234670, teldupostur: runro@ls.fo