Dagtilhaldið Blákollan

Dagtilhaldið Blákollan

Dagtilhaldið heldur til á Hornavegi 19 á Oyri og hevur opið týsdagar og hósdagar millum klokkan 14 og 18. Tilhaldið er fyri borgarar úr allari kommununi og hevur støðugt vaksandi undirtøku.

Leiðari fyri Blákolluni er Winnie Hansen.

Skipað verður javnan fyri tiltøkum av ymsum slagi. Annars fáast fólk við ymiskt ítriv, kortspæl og læra seg at brúka teldu. Eisini eru rógvimaskinur og renniband til taks.

Blákollan hevur tlf. 297290 og 222583.