Fólkayvirlit
Fólkayvirlit
Fólkayvirlit er hjá kommununi. Tá flutt verður innanlands til kommununa, verður antin boðað frá hjá kommununi, sum flutt verður úr, ella hjá okkum.
Tá tú flytir úr einum norðurlandi til Føroya, skal tú koma á kommunuskrivstovuna at boða frá flyting, og hava við tær samleikaprógv og útlendskt p-tal. Tey, sum flyta úr øðrum londum, skulu eisini hava pass og uppihaldsloyvi við sær. Um tú ert giftur, skal hjúnarbandsváttan vísast.
Kommunan avgreiðir síðan flytingina víðari saman við Landsfólkayvirlitinum.
Oyðubløð finnast her.