Kavarudding

Mynd: Kjartan Madsen

Kommunan tekur sær av kavarudding og salting á kommunalu vegunum. Kommunan eigur tveir saltbilar. Tá serliga nógvur kavi er, leigar kommunan eyka maskinu inn til kavarudding.

Mannagongd fyri vetrarhaldið:

Árstíðin fyri vetrarhaldið er vanliga frá oktober til apríl. Tríggir mans eru knýttir at vanliga vetrarhaldinum hjá kommununi. Vetrarvaktin gongur uppá skift, eina viku í senn. Byrjað verður kl 5 á morgni, har støða verður tikin til, um neyðugt er at grava ella salta.

Ábyrgd av kavaruddingini hevur arbeiðsformaðurin í Veitingareindini. 

Kavarudding og salting verður framyvir avgreidd á hendan hátt. Raðfesting av vegunum er flokka í 3 stig. Har stig 1 er fyrsta raðfesting síðan 2 og 3, bæði tá talan er um kavarudding og salting.

Tá tað kavar nógv/illa kann koma fyri, at tað bert ber til at halda grønu og reyðu vegirnar. Gulir vegirnir verða grivnir, tá tíð er til tað. 

Vegir merktir við bláum eru landsvegir, og teimum varðar Landsverk av.

Raðfesting fyri salting og kavarudding í Sunda kommunu:

Miðja verður eftir at byrja verður at salta og grava tíðliga á morgni.

  • Mánadag til fríggjadag verður byrja kl. 5.00,
  • Leygardag verður byrja kl. 6.00.
  • Sunnu- og halgudagar verður byrja kl. 06.00.
  • Grivið verður ikki eftir kl. 21.00 á kvøldi.

Sunda kommuna miðar eftir at vegirnir verða ruddaðir soleiðis, at bilar sum eru væl skøddir kunnu koyra.

Bilar til ampa:

Trupult er tá bilar standa til ampa fyri kavaruddingini. Tað KANN tí enda við, at tað ikki verður grivið, um førarin  ikki metur tað vera ráðiligt.

Heitt verður á borgarar, um at hjálpa til við at seta bilarnar soleiðis, at teir eru til minst ampa fyri kavaruddingini.

Borgarar eiga at:

  • Brúka saltkassarnar, sum standa ymsa staðni í býlingunum í kommununi
  • Grava fyri egnari innkoyring
  • Hugsa um hvar bilarnir verða settir, tá kavi legst, so gravimaskinurnar hjá kommununi sleppa framat

Kommunan hevur ábyrgdina av salting av øllum kommunalum vegum. Kassar við salti í verða settir við brekkur. Heldur tú, at tørvur er á saltkassa í tínum grannalag, set teg so í samband við kommununa á tlf: 667271.

Eru spurningar ella áheitanir viðvíkjandi kavarudding í Sunda kommunu, eru borgara vælkomnir at venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf.: 667271.