Hósvík

Hósvík

Tá vit koyra eftir landsvegnum norður gjøgnum Sundalagið, er Hósvík fyrsta bygdin vit koma til í Sunda kommunu. Markið millum Hósvík og Kollafjørð er suðuri á Deild, og norður móti Hvalvík er áin Hamrá mark. Í Hósvík búgva knappliga hálvt fjóðra hundrað fólk.

Hósvík man vera millum elstu bygdirnar í landinum. Summi halda navnið boða frá, at hov hevur verið í Hósvík, ið var vígt gudinum Tóri. Hinvegin meta onnur, at navnið kann stava frá fyrsta niðurseturmanninum, Tóri Lága, sum helt til í býlinginum í Toftum.

Fitt av jørð hoyrir til bygdina – 19 merkur – og har eru 4 bóndagarðar: Heimistova og Frammistova yviri í Toftum, og Heimistova og Frammistova undir Garðsenda. Lendið kring bygdið er soleiðis háttað, at væl hevur ligið fyri at velta og hava gott grundarlag undir einum væl riknum landbúnaði. Við nýggju tíðunum tók annað virksemi seg upp, men enn vísa víðfevndu teigarnir, at jarðarbrúkið hevur góðar umstøður í Hósvík.

Í 1897 var fyrsti skúlin bygdur, og nýggjur skúli var bygdur í 1968. Í 2008 var ein stór útbygging gjørd. Við skúlan liggur eisini sparkivøllur. Børnini ganga í Hósvíkar skúla frá 1.-7. flokk og næmingatalið liggur um fjøruti. Næmingarnir í 8. til 10 flokk ganga á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Eisini er tónleikaundirvísing og ymisk frítíðarundirvísing í skúlanum. Í Hósvík er nýggjur dagstovnur bygdur, Dagstovnurin við Stórheygg, og har er barnatalið somuleiðis um tey fjøruti. Bygdin hevur seinnu árini verið í vøkstri, og nógv nýggj hús eru komin afturat.

Felagslívið trívist í Hósvík. Har er bygdahús, sum felagið Bygdafelagið Varðin eigur. Róðrarfelagið hevur tveir kappróðrarbátar, Hósvíking, sum er 6 mannafar og Falk, sum er fimmmannafar. Eisini eigur felagið ein bát, ið kann nýtast til seglsigling. Hesin bátur eitur Kollsteinur. Í august mánaði á hvørjum ári skipar felagið fyri regattasigling, sum hevur stóra undirtøku.

Í Hósvík er stórur dentur lagdur á, at bygdin og umhvørvið kring hana er reint og ruddiligt. Hetta sæst ikki minst aftur í Lágánni, sum í 2006 fekk virðisløn sum best røkta á í landinum, og bygdin sum heild fekk 2. virðisløn.

Av vinnulívi í Hósvík er eitt nú at nevna einasta bitumengoymslan í landinum. Alt bitumenið, sum verður nýtt í landinum til asfalt, verður flutt hiðani í tangabilum. Tað er Landsverk, sum eigur bitumengoymsluna. Eisini hevur reiðaravirkið P/F Thor heimstað her. Thor hevur vaksið nógv um virksemið seinnu árini, og rekur ein rættiliga stóran skipaflota, í mestan mun innan frálandavinnuna. Harafturat eru fleiri smærri fyritøkur innan flutningvinnu, handverk og ymsar tænastur.

Norðanfyri Hósvík eru Áirnar, har hvalastøðin einaferð var millum størstu og týðningarmestu arbeiðsplássini á landi. Har vóru 100 mans til arbeiðis í summarhálvuni. Støðin byrjaði í 1905. Tað vóru norðmenn, sum byrjaðu. Í 1958 endaði hvalaveiðan. Frá 1958–1984 varð onkur hendinga hvalur skotin. Føroya Landsstýri eigur nú Hvalastøðina við Áir, og umhugsað verður, hvussu hon best kann varðveitast.

Bygningurin har arbeiðsfólkið á hvalastøðini helt til, er í dag umbygdur til skúla, ið felagskapurin Dugni rekur, og sum er ein skúli fyri fólk við ymsum tarni. Undirvísing er til FHS og fráfaringarroyndir fólkaskúlans.Føroya Brandskúli heldur eisini til við Áirnar. Virksemið hjá Brandskúlanum byrjaði seint í 1970-árunum, og hagar koma næmingar frá Vinnuháskúlanum, siglandi fólk, umframt sløkkiliðsmenn hjá kommununum.

Við Áir heldur eisini p/f Fiskaling til, og stendur fyri einum rættiliga umfatandi kynbótararbeiði á støðini har.

Filmsbrot úr Hósvík sæst her.