Skúlar og dagstovnar

Skúlar og dagstovnar
Skúlar
At útbúgva unga ættarliðið til eina framtíð, har kunnleikakrøvini støðugt økjast, er eitt týðandi endamál hjá fólkaskúlanum í dag. Samlaða næmingatalið liggur í Sunda kommunu liggur um 235.
Býráðið hevur samtykt at savna allar næmingar í kommununi frá 1. til 7. flokk í ein skúla, Skúlan við Streymin. Nýggi skúlin er á Oyrarbakka. Tó koma 1-3 flokkur eisini at ganga í Hósvíkar skúla og í Hvalvíkar skúla.
Dagstovnar
Í kommununi eru tríggir nútímans dagstovnar og frítíðarskúli, ið nøkta ansingartørvin fyri øll børn í aldrinum 0 til 10 ár. Frítíðaransingin er sostatt eisini løgd til dagstovnarnar hjá kommununi.
Tað er eingin bíðilisti til barnaansing í Sunda kommunu. Øll kommunan er eitt upptøkuøki. Um ikki er pláss á einum dagsstovni, kann verða víst til ein annan dagsstovn í kommununi.
Søkt eigur at vera um pláss á dagsstovni í minsta lagi 1 mánaða áðrenn barnið skal byrja á stovni.
Upplatingatíðir
Dagstovnurin á Flatinum hevur opið mánadag til fríggjadag frá kl. 07.00 til 17.00.
Dagstovnurin við Kráir í Hvalvík hevur opið frá kl.07.00 til 17.00.
Dagstovnurin við Stórheygg í Hósvík hevur opið frá kl.7.00 til 17.00.