Vinna

Góðir vinnumøguleikar í kommununi

Nógv virksemi er í Sunda kommunu og harvið nógv arbeiðspláss. Ein uppgerð frá juni 2018 vísir, at tað vóru umleið 670 arbeiðspláss í kommununi. Nógv tey flestu innan privata geiran – stívliga 520 – meðan umleið 150 størv eru innan tað almenna og ymsar stovnar. 

Størstu fyritøkurnar í kommununi eru Thor, Norðsetur, Løvubetong og HP-Jarn, meðan nógvar smærri fyritøkur eru innan byggivinnu, handil, tænastu og annað.

Kommunan ynskir at skapa tilvit um vinnuna í økinum, og hetta verður gjørt við at skipa fyri vinnudøgum og annars at varpa ljós á virksemið í økinum. 

Seinastu árini er talið av fyritøkum í Sunda kommunu støðugt vaksið. Ein av stóru fyrimununum hjá bæði fyritøkum og borgarum er staðsetingin hjá kommununi, sum er tann besta í Føroyum. Tað er bert umleið hálvur tími við bili til størstu plássini í Føroyum – Tórshavn, Runavík og Klaksvík – og somuleiðis til Flogvøllin. 

Handilsøkið er í støðugum vøkstri, og fólk úr øllum meginøkinum kemur til Streymin at handla. Eisini ferðavinnan í Sundalagnum veksur alsamt, og Sunda kommuna er tann kommunan í landinum, ið fær vitjan av flest ferðafólkum. Hetta tí, at vit hava tríggjar av vakrastu bygdunum í Føroyum, sum eru Saksun, Tjørnuvík og Gjógv.