Staðarnøvn

Verkætlanin Staðarnøvn í Sunda kommunu

Síðan við staðanøvnum sæst her.

Søguliga tilgongdin

Í 2013 samtyktið býráðið at játta pening til at savna saman staðanøvn í Sunda kommunu.

Kommunan er víð í vavi og hevur heilar 11 bygdir, so arbeiðið at savna saman staðarnøvnini hevur verið rættiliga umfatandi. Ábyrgdarpersónar vórðu valdir fyri allar bygdir. Fyrsta stigið var at gera ein felags leist fyri skrásetingrarbeiðið.

Arbeiðið við at skráseta staðanøvn hevur drúgva søgu. Í bygdum hava fólk skrivað niður staðanøvn, og í summumførum vóru punkt sett við hond á kort fyri at vísa, hvat staðanavnið sipar til. Ein grund er tí løgd fyri hesari verkætlan.

Fyri at fáa eina skipan, sum er so brúkaravinarlig sum gjørligt, varð avgjørt at skráseta nøvnini í eitt teldutøkt kort, sum síðan verður tøkt á heimasíðuni. Á heimasíðuni kann ein lætt fáa yvirlit, leita í ymsu bygdunum og finna slóðir til nakrar av gomlu bygdagøtunum í kommununi.

Endamálið við verkætlanin er at varðveita gamla mentanararvin við staðanøvnum. Í dagsins samfelag verða fleiri av staðanøvnini sera lítið brúkt, og vandin er tí stórur fyri, at hesi nøvn hvørva. Við hesi verkætlan hava vit skrásett og harvið varðveitt fleiri enn 5000 nøvn, umframt nakrar bygdagøtur.

Verkætlanin er tó bara byrjanin. Nú er grundarlagið lagt fyri, at enn fleiri nøvn verða varðveitt. 
Vit hava í trý ár eftir besta førimuni skrásett øll nøvn av týdningi, men eru vit fullgreið yvir, at hetta er eitt livandi savn, sum kemur at vaksa og tillagast sum frá líður.

Tað er Sunda kommuna, sum hevur ábyrgd av verkætlanini og hevur samskipanina um hendi.

Hevur tú viðmerkingar ella veit um okkurt navn, sum ikki er við í hesum savni, ert tú hjartaliga væl komin at seta teg í samband við Sunda kommunu. Best er, um viðmerkingar verða sendar kommununi skrivligt.

Dagur og vika varpaði ljós á arbeiðið 21.november 2019. Brotið sæst her: