Tjørnuvík
Tjørnuvík
Útgrevstar hava prógvað, at Tjørnuvík telist millum elstu bygdirnar í landinum. Her eru funnar leivdir frá víkingatíð og eins og í fleiri av elstu búsetingunum í landinum sæst, at tað ikki var so umráðandi, at talan var um kyrrupláss. Heldur var umráðandi, at lendisviðurskiftini vóru góð til velting og at ein góð matará rann framvið.
Markatalið í Tjørnuvík er 24, býtt í tríggjar hagapartar: Norðan Kamb (12 merkur), Heiman Kamb (8 merkur) og Fyri Sunnan (4 merkur).
Norðanfyri er Tjørnuvíksstakkur, har tjørnuvíkingar hava seyð gangandi. Nakrir ferðir á hvørjum sumri verður skipað fyri ferð við tráðbananum út á Stakkin. Eisini Sjeyndir, sum er norðasta víkin á Streymoynni, eru eina útferð verdar.
Tjørnuvík hoyrir til mest vitjaðu ferðamálini í landinum. Bygdin og landslagið kring hana er serliga vakurt við útsýni út í Flógvan og til Risan og Kellingina. Í summarhálvuni er tískil vanliga nógv ferðafólk í bygdini.
Í Tjørnuvík finst bygdahús, sum er karmur um felagstiltøkini í bygdini.
Tjønuvíkar skúli er í dag listafólkabústaður. Tað er felagið fyri listafólk, LISA, ið stendur fyri at leiga bygningin út til listafólk úr øllum heiminum. les meira um listafólkabústaðin her.
Fólkatalið í bygdini hevur havt ilt við at halda tørn við menningina í landinum sum heild, men tað er tó støðugt – um tey fimti.
Upprunaliga er Tjørnuvík gomul kirkjubygd, bæði hjá Haldórsvík og Saksun, men stutt eftir at kirkjan í Haldórsvík var bygd í 1856, var kirkjan í Tjørnuvík tikin niður og ein partur av henni fluttur til Saksunar. Helst var orsøkin, at Haldórsvík stóð í vøkstri um hetta mundið. Útróðurin vant uppá seg, og her vóru umstøðurnar betri í Haldórsvík. Ikki fyrr enn í 1937 varð kirkjugongd hildin aftur í Tjørnuvík.