Haldórsvík

Haldórsvík

Tá tú kemur til Haldórsvíkar sæst, at her liggur nógv stríð og knoss aftanfyri teir teigar, sum bygdarmenninir hava velt niðan gjøgnum fjallasíðuna. So bratt er, at grótbakkar eru laðaðir so hvørt, sum teir hava vunnið niðaná. Fáar bygdir munnu hava havt so truplar umstøður at fáa til vega dyrkað lendi. Til bygdina hoyra fýra hagapartar, ið tilsamans eru 12 merkur. Norðan Á (2 merkur og 8 gyllin), Byrgið (4 merkur), Sunnan Fossá (2 merkur og 8 gyllin) og Langasandshagi (3 merkur).

Fólkatalið í Haldórsvík vaks munandi, tá fiskivinnan vant uppá seg í seinnu helvt av 19. øld. Bygdin liggur væl fyri í mun til Norðhavið, so útróðurin fekk stóran týdning. Handil kom tíðliga til bygdina, og ymiskt annað vinnuligt virksemi fylgdi honum. Henda støða helt sær, til miðsavnanin í landinum av álvara fór at gera vart við seg.

Í 1970unum var nógv gjørt við at bøta um havnarviðurskiftini, og at seta á stovn flakavirki, so bygdin kundi fylgja við samfelagsmenningini. Hetta eydnaðist rættiliga væl, fitt av arbeiðsplássum kom burturúr. Í dag verður virkið brúkt innan alivinnuna.

Í Haldórsvík finna vit sjáldsamu áttahyrntu kirkjuna, sum tann einasta av sínum slagi í Føroyum. Hon varð bygd við fyrimynd eftir kirkju á Frederiksberg í 1856 – sama ár sum Kongaligi einahandilin var avtikin – og umbygd í 1932. Torbjørn Olsen málaði í 1996 forvitnisliga og nýskapandi altartalvu til kirkjuna, sum kom í staðin fyri ta gomlu. Myndevnið er seinasta kvøldmáltíðin, og andlitini við borðið tykjast rættiliga kend manna millum í Føroyum.

Ábyrgdarpersónar

Ábyrgdarpersónar fyri at savna saman staðarnøvn fyri bygdina Haldórsvík eru Atli Fossádal, Henry Andreasen og Mikkjal Samuelsen. Atli, Henry og Mikkjal eru allir føddir í 1940unum og hava búð í Haldórsvík størsta partin av sínum lívi. Atli hevur arbeitt sum fangavørur, Henry er fyrrverandi el-innleggjari og Mikkjal er skipari. Teir hava allir stóran áhuga fyri staðarnøvnum og brenna fyri, at hesi verða varðveitt. 
Fyri at finna fram til staðarnøvnini og frágreiðingarnar, hava Atli, Henry og Mikkjal tosað við fólk í Haldórsvík og eisini leita í gomlum skjølum hjá Søvnum landsins í Tórshavn.

Síðan við staðanøvnum eitur sundastad.kort.fo. Legg til merkis, at síðan riggar ikki við internetexplorer browsara. Vit viðmæla at brúka google chrome.