Rottur sæddar
Rottur sæddar
Rotta
Fyribyrging og týning av rottu
1. januar 2018 bleiv nýggj kunngerð sett í gildið um fyribyrging og týning av rottu. Samstundis varð gamla kunngerðin um rottu, sum eisini var vorðin ótíðarhóskandi, sett úr gildið.
Nýggja kunngerðin fevnir m.a. um skyldur hjá borgarum, kommunum, heilsølum, flutningsfeløgum, og tunnilsfeløgum.
Rotta er ein trupulleiki bæði tá tað kemur til heilsu, materiel virðir og umhvørvisliga. Hon kann elva til nógva ymiska smittu hjá fólki, oyðileggja virðir fyri stórar upphæddir og útruddað fuglastovnar.
Øll hava skyldu at boða frá rottu
Um tú sært rottu, boða so kommununi frá beinanvegin. Uttan mun til, um tað er á keiini, hjá grannanum ella inni hjá tær sjálvum, so eigur tú at boða frá.
Tú kanst boða frá við at útfylla teigarnar omanfyri ella ringja til kommununa.
Tekin um rottu
Her eru 5 orsøkir til illguna um rottu:
- Skarn eftir rottu Rottulortur er størri enn músalortar, umleið 15 - 20 mm langir, 5 - 6 mm tjúkkir
- Ringur luktur Har rotta er, lutar oftast illa, eins og av kloakk
- Gnagað hol Rottur gnaga hol gøgnum gólv, veggir og annað, og holini er ofta rund
- Grivin hol Hol í túninum, eitt nú inni við grundina, við ristir ella rør, kunnu vera tekin um, at rotta hevur grivið har og máað undan
- Ljóð Hoyrir tú okkurt klóra og skava, kann tað vera mús ella rotta. Hoyrir tú gníst ella hvin, er tað heldur rotta
Hald rottuni burtur
Tað ræður um at gera tað so ólivilig hjá rottuni sum gjørligt. Rotta trívist, har hon hevur føði og goymistøð, so tað eru hesi bæði, tær ikki skulu finna.
Føði
Rottur eta alt! Lat tí ikki matleivdir liggja úti og gevur tú fuglum, so gev bert so mikið sum teir eta eftir einari løtu.
Fóður, sum verður goymt í úthúsinum, skal vera í lufttøttum ílati, so rottan ikki fær tevið av tí.
Tá seyður ella onnur dýr fáa, skal fóðrið ikki sløðast um økið og skal verða uppi hvørja ferð givið verður.
Goymistøð
Hav ikki órudd liggjandi uttanfyri, sum rottan kann reiðrast í.
Rotta sleppur inn gjøgnum hol, ið eru á stødd við eina fimmkrónu. Tett tí øll hol í veggum og múrum. Hygg eftir, at ristir, rør og annað er heilt, og at tað ikki gloppar nakrastaðni.
Lat úthurðar aftur, og hav tættar hurðar inn í fjós og úthús.