Hvalvík, Streymnes og Nesvík

Hvalvík, Streymnes og Nesvík

Hvalvík

Í Hundabrævinum, skrivað millum 1350 og 1400, stendur: j Hualvik i (í Hvalvík (1 hund)) Í 1584: Qualuig. Navnið Hvalvík sigur frá, at her er ein av góðu hvalvágunum í landinum. Niðri á Hvalvíksoyruni er góð sandstrond, har mong grindin hevur lagt beinini.

Til Hvalvíkar hoyra 24 merkur av jørð, 14 av kongsjørð og 10 merkur av ognarjørð. Festini eru tvey. Lendið kring bygdina gevur góðar umstøður at reka landbúnað, sum hevur verið sera umráðandi í eldri tíð. Seinni, tá fiskivinnan fór at gera seg galdandi, misti jarðarbrúkið fyri ein part sín týdning. Menn fóru til skips, og síðan hava eisini aðrir vinnuvegir tikið seg upp, eitt nú innan handverk, flutning, aling og handil.

Kirkjan í Hvalvík er tann elsta av hesum gomlu kirkjunum í landinum. Hon er bygd í 1829, og er bygd úr viði frá skotsku barkini Broon, sum fór á land í Saksun árið fyri. Frammanundan stóð ein eldri kirkja í Hvalvík. Prædikustólurin í Hvalvíkar kirkju varð gjørdur til Havnar kirkju í 1609 og er seinni keyptur til Hvalvíkar. Talan er um eitt sjáldsamt listarverk, ið hevur sína egnu, serligu søgu.

Streymnes

Bygdin Streymnes er í síni tíð helst byrjað sum niðursetupláss, sum fólk úr Hvalvík eru flutt til. Niðri á Oyruni er góð fjøra, har mong grindin hevur lagt beinini. 
Til Streymnesar hoyra 12 merkur, helvt um helvt kongsjørð og ognarjørð. Kongsjørðin liggur hjá einum festi. Hagapartarnir eru tríggir: 1) Fyri Framman og Norðarahelvt í Sundinum, 2) Fyri Framman, Heimaripartur, og 3) Heimarahelvt í Sundinum.
So leingi jarðarbrúkið var lívsgrundarlagið, var fólkatalið í bygdini rættiliga avmarkað, men seinnu árini er hetta nógv broytt. Nýggir býlingar vaksa fram, og stórur áhugi er fyri at seta búgv her. Bygdin er nær um vaksin saman við grannanum, Hvalvík. Hon liggur væl fyri, við alfaraveg, og skjótt er at koma til stórplássini í meginøkinum.

Nesvík

Nesvík er ein av yngstu bygdunum í Sunda kommunu. Fyrstu húsini blivu bygd har í 1931. Tá tað vóru flest hús, búðu fólk í fimm húsum. Fýra av teimum liggja norðan fyri brúnna og eitt sunnanfyri brúnna, eisini nevnt á Sundhøvda.
Í 2014 varð bygdin Nesvík avtoftað, og í dag er hon einamest kend fyri leguhúsið hjá Heimamissiónini, sum hevur høvuðsskrivstovu og leguhúsí Nesvík. Fyritøkan Fiskaaling hevur eisini bygning í Nesvík.

Ábyrgdarpersónur

Ábyrgdarpersónur fyri at savna saman staðarnøvn fyri bygdirnar Hvalvík, Streymnes og Nesvík er Sjúrður Ferjá. 
Sjúrður er føddur í 1940 og uppvaksin við Gjógv, men hevur búð í Streymnesi størsta partin av sínum lívi. Sjúrður er útbúgvin lærari, og var fyrstilærari í Hvalvíkar skúla frá august 1966 til februar 2003. 
Sjúrður hevur av sínum eintingum skrásett staðarnøvn síðan1992, tá ið evnisvika varð hilidin í skúlanum í Hvalvík. Tá kom Hanus Joensen á Heygnum og hjálpti at staðseta staðarnøvn í Hvalvík og Streymnesi á máliborðskort. 
Hetta arbeiðið var ein gott grundarlag fyri skrásetingunum í samband við hesa verkætlan. Áhugin fyri staðarnøvnum hevur altíð verið har, og brúkti hann nógv bygdarsøgu og staðarnøvn í undirvísingini í Hvalvíkar skúla.
Sjúrður hevur brúkt fleiri heimildarmenn og keldur.

Heimildarmenninir eru:
John Eikhólm, bóndi, føddur í 1911, deyður í 1972.
Jóhan Jacobsen, skómakari, í Jógvansstovu í Hvalvík, føddur í 1876.
Ólavur Jacobsen, handilsmaður í Streymnesi, føddur í 1880.
Sámal Jákup Egholm, bóndi í Streymnesi, føddur í 1901.

Keldur til staðseting í eru:
Hanus Joensen, bóndi í Hvalvík, føddur í 1917 og deyður í 1999.
Jógvan Djurhuus, Hvalvík, føddur í 1942.
Jógvan Hanusarson, Hvalvík, føddur í 1945.
Hans Jákup Olsen, Streymnes, føddur í 1930.
Steingrím Magnussen, Streymnes, føddur í 1942.

Síðan við staðanøvnum eitur sundastad.kort.fo. Legg til merkis, at síðan riggar ikki við internetexplorer browsara. Vit viðmæla at brúka google chrome.