Hósvík

Hósvík

Tá vit koyra eftir landsvegnum norður gjøgnum Sundalagið, er Hósvík fyrsta bygdin, vit koma til í Sunda kommunu. Markið millum Hósvík og Kollafjørð er úr Deild niðan í Steinin í Hósvíkshaga, og norður móti Hvalvík er Hamrá mark. Í Hósvík búgva knappliga hálvt fjórða hundrað fólk.

Hósvík man vera millum elstu bygdirnar í landinum. Summi halda navnið boða frá, at hov hevur verið í Hósvík, ið var vígt gudinum Tóri. Hinvegin meta onnur, at navnið kann stava frá fyrsta niðurseturmanninum, Tóri Lága, sum bygdi egnan garð í býlinginum, sum seinni fekk navnið í Toftum.

Í Hósvík eru 19 kongsmerkur býttar í 4 festi. Toftahagi Sunnan fyri Ánna 4½ mørk,Toftahagi Framman fyri Ánna 4½ mørk, Garðsendahagi 5 merkur og Inni í Veggi 5 merkur. Dyrki¬lendið er gott. Kortini vóru langt upp í 1800-talið bert 4 hús í bygdini. Tað var ikki fyrr enn sluppfiskiskapurin tók seg upp, og fiskimaðurin fekk eina trøð, at bygdin fór at vaksa.Við nýggju tíðunum tók annað virksemi seg upp, sum gjørdi tað liviligari í bygdini.

Ábyrgdarpersónur

Ábyrgdarpersónur fyri at savna saman staðarnøvn fyri bygdina Hósvík er Hans Erland í Brekkunum. Hans Erland er føddur í 1941 og uppvaksin í Hósvík, men hevur búð á Eiði størsta partin av sínum lívi. Hans Erland er útbúgvin lærari, og var í mong á skúlastjóri á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Hans Erland hevur av sínum eintingum skrásett staðarnøvn síðan fyrst í nøkur ár, men verulig ferð kom á í 2013. Áhugin fyri staðarnøvnum er stórur, og
Hann metir, at staðarnøvn og tað, sum knýtt er at teimum, hava stórt siðsøguligt virði, sum vit eiga at varðveita. 
Fyri at finna fram til staðarnøvnini og frágreiðingarnar, hevur Hans Erland brúkt gomlu skrásetingarnar hjá Hans Jacob Joensen frá 1956. Eisini hevur hann tosa við fleiri fólk í Hósvík m.o. Jóannes Olsen, Øssur Olsen, Hans Petur Hansen, Jens Poulsen, Sigurd Jacobsen, Magnus Hamrá, Eivind Weyhe, Ólav Clementsen, Dánjal Jákup í Brekkunum, Helgi í Brekkunum, Edvard Hermansen, Jóhonnu Danielsen, Óla Jákup Poulsen, Magnus Paula Mørkøre, Andras Nybo, Bjarna Hansen og Gunnbjørn Joensen.

Síðan við staðanøvnum eitur sundastad.kort.fo. Legg til merkis, at síðan riggar ikki við internetexplorer browsara. Vit viðmæla at brúka google chrome.