Ruddingardagur
Ruddingardagur
Árligi ruddingardagurin í Sunda kommunu verður leygardagin 22. mai 2021.
Endamálið við ruddingardegnum er, at taka upp órudd sum liggur runt um í kommununi - bæði í bygdum og óbygdum øki.
Um tit eru vitandi um eitt ávíst øki millum bygdir, niðri í fjørðuni, fram við eini á ella aðrastaðni, har tað treingir til at rudda, so eru tit vælkomin at boða okkum frá á sunda@sunda.fo
Skráin fyri ruddingardagin verður lýst her á síðuni, og eisini borin í hvørt hús í kommununi, um hálvan mai.
Sunda kommuna heitir á tykkum um at seta kross í kalendarin og møta fjølment til ruddingardagin 22. mai.