Gjógv
Gjógv
Gjáar bygd er ein av teimum smærru í kommununi, men við sínum jarðartilfeingi og sum útróðrarpláss var hon fyrr munandi betri fyri. Gjógv er helst seinni bygd enn grannabygdin Funningur, men tó neyvan seinni enn tíðliga í miðøld. Útróðurin gav í síni tíð nógv virksemi í bygdini, og seinni hava nógvir skipsmenn verið við Gjógv.
Vanlukkur á sjónum raktu rættiliga tíðum bygdina, soleiðis sum mongu nøvnini við minnisvarðan bera boð um. Við nýggju tíðunum aftaná seinna heimsbardaga fekk Gjáar bygd trupult við at varðveita fólkið á plássinum, og síðan hevur afturgongdin í fólkatalinum verið rættiliga støðug. Í bygdini stendur skúli, sum er bygdur í 1883, men har ganga ongi børn longur. Eisini hevur bygdin samkomuhús.
Av vinnuligum virksemi við Gjógv kann nevnast Elementvirkið, sum varð stovnað í 1982. Her verða betongelement gjørt til ymiskar bygningar. Smoltstøð er eisini í bygdini, ið hevur fitt av virksemi við sær.
Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Gjógv. Longu í 1984 byrjaði Gjáargarður sum vallaraheim, og hann er framvegis vælumtóktur. Her kunnu umleið 100 fólk gista í senn. Í 2014 kom kampingøki, Flatnagarður, við plássi fyri 24 vognum. Nýtt summarhúsøki er eisini komið ovarlaga í bygdini, har bygd eru 19 summarhús. Harafturat hevur tiltakið Gjógv Adventure havt virksemi við útferðum og við sølu av ymiskum til ferðafólk í gamla handilinum í bygdini. Við Gjógv er nógv vakurt at síggja: tey høgu fjøllini, gjógvin og ymisk støð nærhendis bygdina.
Við Gjógv hevur nógv gjørt fyri at skapa góðar karmar fyri ferðavinnu, sum skal virka í góðum samspæli við bygdina og lívið í bygdini. Hetta arbeiðið er so mikið væl eydnað, at bygdin í 2014 varð instillað til náttúru- og umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.