Bókasøvn

Bókasøvn

Tvey bókasøvn eru í kommununi. Annað liggur í Skúlanum við Streymin á Oyrarbakka - Sunda Bókasavn - og hitt í Hvalvík - Hvalvíkar Bókasavn.

Sunda bókasavn hevur opið soleiðis:
Mik 14.00-20.00
T-postur: sundabokasavn@gmail.com   

Bókavørður er Durita Joensen. 

Nevndin fyri bókasavnið skipar fyri tiltøkum á bókasavninum, sum venda sær til allar aldursbólkar.

Tá ið bókasavnið er opið, ber til at nýta kopimaskinuna og alnótina; tá skal gjaldast fyri nýtsluna.


Bókasavnið í Hvalvík hevur opið soleiðis:
Mikudag frá kl. 16.00-20.00

Bókavørður er Vár Solbjerg Hansen, telefon 224002.

Í Hvalvík er somuleiðis ein nevnd, ið skipar fyri tiltøkum á bókasavninum.

Øll kunnu koma á bókasøvnini at lána bøkur.

 

Dagført 14.desember 2020