Dátuvernd hjá VEKS
Dátuverndarkunning
Barnaverndartænastan í VEKS
Soleiðis viðgera vit tínar persónupplýsingar
Barnaverndartænastan í VEKS, hereftir nevnd Barnaverndartænastan, er ein almennur myndugleiki, ið viðger mál um børn. Okkara fremsta uppgáva er at verja rættindi og trivnað hjá børnum. Sum liður í hesum arbeiði viðgera vit persónupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at kunna røkja tær uppgávur, ið vit hava ábyrgd av. Tað er okkara ábyrgd at tryggja, at tú trygt kann lata barnaverndartænastuni tínar persónupplýsingar.
Í hesi dátuverndarkunning kanst tú lesa nærri um, hvussu Barnaverndartænastan viðger persónupplýsingar í okkara arbeiði og um tíni rættindi í hesum sambandi.
Í dátuverndarkunningini koma vit nærri inn á:
- Dátuábyrgd og dátuverndarfólk
- Endamálið við okkara viðgerð
- Bólkar av persónupplýsingum
- Hvaðani upplýsingarnar koma
- Heimildargrundarlagið fyri viðgerðini
- Hvørjum Barnaverndartænastan letur persónupplýsingar
- Varðveitslu av persónupplýsingum
- Tíni rættindi
Barnaverndartænastan í VEKS er dátuábyrgdari
Barnaverndartænastan í VEKS er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónupplýsingum og dátutrygd ella møguligum trygdarbrotum skulu stílast til Barnaverndatænastuna.
Barnaverndartænastan í Veks
Oyrarbakkavegur 3
400 Oyrarbakki
Tlf. 667271
Teldupostur: bvt@sunda.fo
Hvørjum lógum og reglum er Barnaverndartænastan í VEKS fevnd av?
Barnaverndartænastan viðger persónupplýsingar sambært ásetingunum í eitt nú
- Løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (Dátuverndarlógin)
- Løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)
Sum almennur myndugleiki er Barnaverndartænastan eisini fevnd av
- Løgtingslóg um fyrisitingarlóg (Fyrisitingarlógin)
- Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina (Innlitslógin)
- Løgtingslóg um skalasøvn (Skjalasavnslógin)
Samband við okkara dátuverndarfólk (DPO)
Barnaverndartænastan hevur valt at seta eitt uttanhýsis dátuverndarfólk.
Dátuverndarfólkið veitir okkum hjálp við at tryggja dátuverndina í barnaverndartænastuni. Um tú hevur spurningar viðvíkjandi tínum rættindum í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við dátuverndarfólkið:
Dátuverndarfólk Jens Christian Olsen
Eirin Spf
Undir Nesinum 14
650 Toftir
Tlf. +298 784070
Teldupost: jco@eirin.fo
Endamálið við viðgerð av persónupplýsingum
Barnaverndartænastan hevur eina røð av uppgávum, sum innibera viðgerð av persónupplýsingum, m.a. at viðgera fráboðanir. Fyri at loysa uppgávurnar er neyðugt hjá barnaverndartænastuni at viðgera persónupplýsingar.
Hvørjum persónupplýsingum hava vit tørv á?
Barnaverndartænastan viðger einans tær upplýsingar vit hava tørv á, fyri at røkja uppgávuna sum barnaverndartænasta. Vit savna einans upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at vit fáa útint okkara uppgávur sum myndugleiki. Hetta kunnu vera vanligar persónupplýsingar og viðkvæmar persónupplýsingar, alt eftir, hvat okkum tørvar fyri at røkja okkara uppgávur, herundir upplýsingar um heilsuviðurskifti, sosialviðurskifti, trivnaðin og uppalingina hjá børnum, umframt upplýsingar um familjuviðurskifti og møguligar ósemjir og avbjóðingar. Barnaverndartænastan hevur í ávísum førum eisini upplýsingar um revsiverd viðurskifti.
Vit biðja altíð um p-tal hjá teimum, sum vit upprættað mál uppá. Hetta gera vit til eintýdda eyðmerking.
Barnaverndartænastan hevur tørv á upplýsingum um bæði børn, familjuna hjá børnum og/ella tann, ið hevur foreldramyndugleikan og aðrar viðkomandi persónar, fyri at tryggja at málið verður upplýst so væl sum gjørligt, soleiðis at uppgávan kann loysast.
Tú hevur altíð rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit viðgera um teg. Tó er týdningarmikið at hava í huga, at ein umbøn um innlit eftir dátuverndarlógini, er ikki tað sama sum ein umbøn um innlit eftir fyrisitingarlógini og innlitslógini.
Hvaðani stava upplýsingarnar frá?
Vit savna upplýsingar á ymiskan hátt.
Vit kunnu fáa upplýsingar frá eitt nú:
- myndugleikum og stovnum,
- starvsfólkum á skúlum og dagstovnum,
- skráum, eitt nú hjá TAKS ella Fólkayvirlitinum og
- frá øðrum borgarum
Tú hevur rætt til at verða kunnað/ur um hvørjar upplýsingar vit skráseta um teg.
Heimild
Hvør okkara viðgerðarheimild er, veldst um hvørjar upplýsingar vit viðgera og hvat endamálið við viðgerðini er. Vit kunnu einans viðgera upplýsingar, sum eru neyðugar til endamálið við viðgerðini.
Okkara viðgerðarheimild eftir dátuverndarlógini (“DVL”) er í høvuðsheitum:
- DVL § 8, stk. 1, nr. 2, 3 og 5 (vanligar persónupplýsingar)
- DVL § 12, stk. 1, nr. 2, 3, 6, 7 (viðkvæmar persónupplýsingar)
- DVL § 16 (p-talið)
Umframt ásetingarnar í DVL eru serligar reglur galdandi fyri viðgerð av persónupplýsingum á einstøkum lógarøkjum. Tá ið slíkar serreglur eru galdandi, fylgja vit sjálvsagt eisini hesum reglum.
Hvussu verjir Barnaverndartænastan persónupplýsingar?
Starvsfólk á Barnaverndartænastuni hava, undir ábyrgd í borgarligari revsilóg, tagnarskyldu um viðurskifti um einstaklingar, feløg, fyritøkur og stovnar, sum tey í starvi sínum fáa kunnleika um, bæði meðan tey arbeiða fyri Barnaverndartænastuna og eftir, at tey eru farin úr starvi. Sama er galdandi fyri hjálparfólk, stuðlar og onnur, sum starvast fyri Barnaverndartænastuna.
Vit gera alt fyri at tryggja, at persónupplýsingar verða nøktandi vardir, soleiðis at óviðkomandi ikki fáa atgongd til upplýsingarnar.
Hvørjum letur Barnaverndartænastan persónupplýsingar?
Barnaverndartænastan letur upplýsingar víðari til aðrar almennar myndugleikar, sum liður í okkara myndugleikaútinnan.
Í einstøkum førum kunnu veitarar av skipanum og tøkniligum loysnum hava atgongd til upplýsingar, t.d. í samband við support ella dagføringar. Hesi verða øll áløgd somu strongu tagnarskyldu, sum starvsfólkini á Barnaverndartænastuni og í teimum einstøku førum, at veitarar eru at meta sum «dátuviðgerar», verður serstøk viðgerðaravtala gjørd, ið inniheldur somu ásetingar um tagnarskyldu.
Varðveitsla og striking
Barnaverndartænastan hevur sambært fyrisitingarrætti, skjalasavnslóggávu o.ø. skyldu til at verðveita upplýsingar í málum, fyri at skjalfesta málsviðgerðina.
Á summum økjum kann styttri ella longri strikingarfreist vera ásett í lóg.
Tíni rættindi
Tú hevur sambært DVL eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum og viðgerðina av persónupplýsingum hjá barnið tínum. Um tú ynskir at útinna hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við barnaverndartænastuna.
Rætturin til innlit
Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar persónupplýsingar barnaverndartænastan hevur um teg og barn títt.
Rætturin til at taka samtykki aftur
Um okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum ella persónupplýsingum hjá barni tínum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at taka samtykkið aftur. Um tú tekur samtykkið aftur, steðga vit viðgerðini av teimum persónupplýsingum, sum var grundað á samtykkið, um vit ikki hava aðra heimild at viðgera persónupplýsingarnar.
Gev gætur, at um tú tekur aftur eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.
Her kann viðmerkjast at samtykki í hesum sambandi er um brúk av persónupplýsingum, og má ikki blandast við samtykki í Barnaverndarlógini, sum er um at seta fyriskipanir í verk. Talan eru um tvey ymisk sløg av samtykkjum.
Rætturin til rætting
Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg ella barn títt, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.
Rætturin til útstriking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónupplýsingar, sum vit hava um teg og barn títt. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur Barnaverndartænastuni rætt til at varðveita og viðgera persónupplýsingarnar.
Rætturin til mótmæli
Tú kanst átala, at persónupplýsingar um teg og barn títt verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera onnur lóglig endamál.
Rætturin til viðgerðaravmarking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um treytirnar til viðgerðaravmarking eru loknar, kunnu vit einans viðgera tínar persónupplýsingar í serligum førum.
Rætturin til at klaga
Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur kontaktupplýsingar um tey her: www.dat.fo