Svimjing

Svimjing

Í skúlanum við Streymin er snotuligur svimjihylur og sauna. 

Opið er soleiðis (galdandi frá 1. mai 2022):

Tað er ókeypis at svimja í hylinum í Skúlanum við Streymin. Hylurin er 17,5m langur og 8m breiður. Djúpdin er 90-140cm.

Svimjihylurin er stongdur í skúlaferium.

Fólk skulu vera komin úr hylinum 15 minuttir áðrenn ásettu afturlatingartíð. Til ber tó at nýta sauna, brúsur og umklæðingarrúm til ásettu afturlatingartíð. 

Svimjihylurin hevur ein facebook síðu. Hygg her.

Leiga hylin

Svimjihylurin kann leigast fyri 300 kr. um tíman. Ynskir tú at leiga hylin skalt tú seta teg í samband við skúlavørin á tlf: 29 72 66, mánadag - fríggjadag millum kl. 08.00 og 16.00.

Svimjihylurin í Skúlanum við Streymin er í góðum standi. Umklæðingarrúmini eru nýligani umvæld og útfrá brúsurúminum er sauna.