Oyrarbakki og Oyri
Oyrarbakki og Oyri
Oyri
Bygdin man hoyra millum tær elstu í landinum. Hugsast kann, at hon hevur verið bygd, tá ið írar búleikaðust her á landi. Vit hava staðarnøvn í bygdini, eitt nú Írland og Írateigar, sum írskan uppruna. Søgnin sigur eisini, at høvdingasetur hevur verið her.
Ein mætur høvdingi, nevndur Hvassi,skal hava búð á Oyri. Hann átti alla vestursíðuna av Eysturoynni, og sigst hann verða settur í heygg á Hvassheyggi.
Hagin fevnir langt út um bygdina, bæði norður og suður eftir.Jørðin hevur verið savnað á fáum hondum, á einum garði - seinni tveimum, soleiðis sum vit plaga at skilja við eina bónda- og landnámsbygd. Flestøll munnu kenna søguna um Orm bónda og Oyrabónda. Hóast tað eisini er ein spennandi søga, so hevur hon ivaleyst eina veruliga kjarnu. Givið er, at Oyri við sínum garði hevur havt ein bónda við ávirkan á tingi. Ein av teimum var Hans Jacobsen Debes, ið gjørdist Føroya løgmaður í árunum frá 1755 - 69. Hann hevði frammanundan lisið løgfrøði í Danmark og skaraði í síni tíð á mangan hátt framúr. Hann hevði eitt nú hug til ganga nýggjar leiðir innan jarðarbrúk og fiskiskap. Men sum so ofta í slíkum førum var undirtøkan ikki stór, tí tíðin mundi ikki vera búgvin til stórvegis broytingar.
Ikki fyrr enn inn í 19. øld gerast broytingarnar í bygdini sjónligar. Hóast uppskot hevði verið frammi í 1780'unum um at leggja eitt sindur av haganum inn til gerði og velta á nýggjum plássum millum bygdirnar, var hetta av ongum. Bøndurnir, ið mannaðu løgtingið tá, vildu ikki missa haga, ei heldur húskallar og arbeiðskonur, um tey fóru at seta føturundir egið borð. Tað man tí serliga vera embætismonnunum fyri at takka, at hesin nýggi møguleikin varð settur verk - at velta upp úr nýggjum og kunna breyðføða eitt húski við tí. Ikki bert bygdarfólkið tók við hesum tilboði - vit síggja eisini byrjanina til umfatandi flyting millum oyggjarnar. Fólk savnast har, sum jørð var til taks - akkurát sum fiskivinnubygdirnar fara at draga fólk til sín seinni, tá ið skipsfiskiskapurin tekur seg upp.
Oyrarbakki
Navnið Oyrarbakki er ivaleyst komið av, at tá ið funningsfólk og gjáarfólk høvdu ørindi sunnanfyri, gingu tey yvir á Bakka (Oyrarbakka). Funningsfólk og gjáarfólk kallaðu eisini bygdina Ljósáir fyri yvir á Bakka.
Fyrsta búseting á Oyrarbakka var í 1924. Heilt fram til miðju 20. øld var neyðugt hjá mongum at hava jarðarbrúk, so longi fiskivinnan bert kundi bjóða arbeiði ein part av árinum. Um somu tíð varð landið bundið so mikið saman, at fólk kundu ferðast meira millum oyggjarnar, ella búsetast á nýggjum plássum, um livilíkindini vóru betri har. Í hesum førinum síggja vit, at tað í fleiri førum eru fólk, sum koma rættiliga langvegis frá, ið seta seg niður á Oyrarbakkanum. Men eisini fólk úr grannabygdunum eru millum niðursetufólkini.
Ábyrgdarpersónar
Ábyrgdarpersónar fyri at savna saman staðarnøvn fyri bygdirnar Oyri og Oyrarbakki eru Marius Debes og Torkil Dahl. Marius er føddur í 1946, er uppvaksin á Oyri og býr har tann dag í dag. Marius hevur arbeitt sum sveisari í 30 ár. Hann hevur stóran áhuga fyri staðarnøvnum. Tí sum hann sigur: “So veit man, hvar ávísar hendingar eru farnar fram.” Eisini er tað umráðandi at vita, hvar ein er staddur, tá ið ein er úti í náttúruni, og til hetta eru staðarnøvnini sera hent.
Torkil Dahl er føddur í 1952. Torkil er uppvaksin og Toftum, men hevur búð størsta partin av sínum lívi í Tórshavn. Torkil er bóndi á Oyri og hevur tætt tilknýti til bygdirnar,tí foreldrini bæði vóru borin til hvør sín garð á Oyri. Torkil er útbúgvin lærari.
Torkil og Marius byrjaðu at skráseta staðarnøvn í 2014, men áhugin hevur altíð verið har. Fyri at finna fram til staðarnøvnini og frágreiðingarnar, hava Torkil og Marius fingið íblástur í staðarnøvnunum sum Ulf Zachariassen savnaði saman. Eisini hevur skrásetingin, sum varð gjørd av m.o. Hans Dávid Dam, sála, verið brúkt sum grundarlag. Heimildarfólk hansara vóru Sámal Jákup Debes (abbi Torkil) og Jógvan Joensen, bóndi (báðir av Oyri).
Síðan við staðanøvnum eitur sundastad.kort.fo. Legg til merkis, at síðan riggar ikki við internetexplorer browsara. Vit viðmæla at brúka google chrome.