Tiltøk á kommunalum øki
Tiltøk á kommunalum øki
Skalt tú skipa fyri tiltaki á kommunalum øki, so sum mentanartiltak, konsert, útimøti ella líknandi, skalt tú søkja kommuna um loyvi. Í kommuni loyva vit sum oftast tiltøkum, sum hava almennan áhuga fyri okkara borgarum.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja í Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. www.samleikin.fo
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú senda teldupost til sunda@sunda.fo. Sendir tú umsóknina inn sum teldupost, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um tiltøk á kommunalum øki«
Tað er ein fyrimunur at søkja í Vanganum, tí samskiftið í Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika, at fylgja við í viðgerðargongdini.