Sjálvgreiðsla

Undir sjálvgreiðsluni kanst tú, umvegis Vangan, senda umsóknir til Sunda kommunu.
Gev gætur at í fyrstu atløgu eru ikki øll umsóknarbløð tøk í Vanganum. Hesi og onnur umsóknarbløð finnur tú eisini her undir sjálvgreiðslur, men verða tey send beinleiðis til sunda@sunda.fo. Restin av umsóknarbløðunum verða tøk í Vanganum, so hvørt tey eru klár.
Tað er ein fyrimunur at søkja í Vanganum, tí samskiftið í Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika, at fylgja við í viðgerðargongdini.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja í Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
