Skráseting av feriu hjá dagstovnabørnum
Góðu foreldur
Samanlagt virksemið hjá dagstovnunum í Sunda kommunu 2026
Í summar hava dagstovnarnir í Sunda kommunu stongt vegna summarferiu frá leygardegnum 11. juli til og við sunnudagin 9. august.
Tað hevur stóran týdning, at børnini fáa samanhangandi summarfrí eins og foreldrini. Tó er tað ikki øll foreldur, ið hava møguleika at halda frí, tá stovnarnir eru stongdir.
Sum undanfarin ár verður tí skipað fyri samanløgdum virksemi fyri tey børn, ið ikki hava annan møguleika, at hald frí í hesum tíðarskeiðnum. Samanlagda virksemið er opið frá mánadegnum 13. juli til og við mánadagin 27. juli.
Vera færri enn 3 børn meldað til ein ávísan dag, verður tilboðið ikki sett í verk tann dagin.
Hvat er samanlagt virksemi
Tørvar tær pláss í summarfrítíðini, tá dagstovnarnir annars eru stongdir, skalt tú søkja um tað. Í Sunda kommunu verður virksemið lagt saman í summarfrítíðini, soleiðis at ein dagstovnur er opin fyri øllum børnum, ið hava tørv á plássi og í summar verður dagstovnurin við Kráir, sum hevur opið.
Tilmelding til samanlagda virksemið er opin á heimasíðuni hjá Sunda kommunu frá 18. mai til og við 31. mai 2026.
Sunda kommuna gongur út frá, at øll børn hava minst 4 vikur samanhangandi feriu hvørt summar, so um valt verður at gera brúk av samanlagda virkseminum, skulu aðrar samanhangandi vikur veljast til feriu.
Tilmeldingin er bindandi, tó verða undantøk givin undir serligum umstøðum.
Vinarliga
Dagstovnaleiðararnir í Sunda kommunu.
Fyri at viðgera oyðubløð/umsóknir er neyðugt hjá Sunda kommunu at viðgera persónsupplýsingar um teg.
Les meira um dátuverndarpolitikkin hjá okkum her.