Ung í arbeiði
Ung í arbeiði 2024
Ung í arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum skúlaárið 2023/2024 ganga í ávikavist 8. og 9. flokki.
Sunda kommuna hevur einmælt samtykt 27. mai 2024 at víðka um tilboðið, og lata næmingar í ganga í 10. flokki á serbreytini at luttaka í Ung í arbeiði í ár.
Arbeitt verður vikurnar 26 og 27, frá 24. juni til og við 7. juli 2024. Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna.
Lønin er 75% av sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.
Um tú ert áhugað/-ur í hesum, verður tú biðin um at melda til við at útfylla teigarnar niðanfyri.
Freistin at melda til er hósdagin 13. juni 2024
Les meira um dátuverndarpolitikkin hjá okkum her.