Tíðindi

Ársroknskapurin fyri 2018 góðkendur

09.06.2019

Býráðið góðkendi ársroknskapin á býráðsfundi 29. mai 2019.

Inntøkurnar settu met í 2018. Tær vóru 89,9 mió.kr.

Raksturin vísti eitt avlop uppá 25,6 mió.kr. Løgurnar vóru 26,7 mió.kr. og tí var samlaða úrslitið eftir løgur (RLÚ) -1,1 mió.kr. Hetta var 26,3 mió.kr. betri enn fíggjarætlanina vísti.
Bæði rakstur og løgur vístu eina minni nýtslu enn ætlað var í fíggjarætlanini fyri 2018. Serliga var tað skúlabyggingin, sum vísti eina minni nýtslu enn ætlað. Hetta er vegna seinking í byggingini. Skúlin verður liðugur fyrra hálvár komandi ár.

Samlaðu inntøkurnar vóru 9,1 mió.kr. størri enn fíggjarætlanin vísti. Tí var samlaða úrslitið 26,3 mió.kr. betri enn fíggjarætlanin vísti.

Lániskuldin var 38,5 mió.kr. við árslok. Nettoskuldin var 10,5 mió.kr., sum svarar til 14% av skuldarloftinum.

Roknskapurin kann lesast her.

Seinastu tíðindi

23
okt
Starvs­fólki til frítíðarskúlan í Hósvík og dagstovnin við Stórheygg
21
okt
Umsjónar­fólk til umhvørvisplássið
21
okt
Umsjónar­fólk til ognareindina
09
okt
Skrivari til Barna­verndar­tænastuna í VEKS
06
okt
Koppseting ímóti beinkrím og Covid19
30
sep
Kavagrevstur
26
sep
Burturbeining av leivdum frá fletting
16
okt
Dagføring: Vatnið í Tjørnuvík