Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Team Rynkeby vitjar á Mørkini í Streymnesi

22.06.2026

Hósdagin 25. juni kl 16.30 vitjar Rynkeby á Mørkini í Streymnesi.

Nú nærkast av álvara til fráferðina hjá Team Rynkeby!

Hósdagin 25.juni 2026 súkklar hópurin prologin, sum er síðsti túrur her í Føroyum, áðrenn liðini fara av landinum at súkkla longu leiðina til París.

Á prologinum vitja liðini kommunur og fyritøkur, sum skipa fyri almennari móttøku. Í Sunda kommunu verður steðga á á Mørkini, har skráin er hendan: 

Kl. 16.30 Team Rynkeby kemur til Mørkina í Streymnesi
Kl. 16.30 Ábit
Kl. 16.40 Umboð fyri Sunda kommunu og Team Rynkeby siga nøkur orð.
Kl. 17.00 fráferð frá Mørkini

Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá og ynskja góðan túr.

Sunda kommuna ynskir Team Rynkeby alt tað besta á ferðini.