Tíðindi
Landsverk vitjaði í Hvalvík
03.07.2020
Eftir fleiri ferðsluóhapp seinastu tíðina við innkoyringarnar í Hvalvík var í dag ástaðarfundur hildin millum Sunda kommunu og Landsverk.
Kommunan hevði biðið um fund við Landsverk um ítøkiligu trupulleikarnar við ferðslutrygdini við innkoyringarnar til bygdina Hvalvík og havnalagið í Hvalvík.
Landsverk og kommunan eru samd um, at ítøkilig átøk mugu gerast skjótt, og møguliga kann okkurt gerast longu í ár við innkoyringina til bygdina.
Innkoyringin oman á havnalagið er ein størri verkætlan, men avgjørt er, at Landsverk skal kanna málið og koma við eini kostnaðarmeting.