Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Móttøka fyri Rynkeby súkklarum

02.07.2020

Sunnudagin 5. juli kl. 16.30 verður tiltak við Margáir har høvi verður at heilsa uppá øll tey, sum hava vant við Team Rynkeby Føroyar í ár.

Toymið fer ikki at súkkla til París í summar, orsaka av corona, men tey gera eitt "súkkla runt Føroyar" tiltak.

Øll eru vælkomin at hava súkkluna við, tí ætlanin er at fara ein styttri súkklutúr inn í Saksunardal áðrenn móttøkan við kaku og kaffi verður í ítróttahúsinum við Margáir. Tiltakið byrjar áleið kl. 16.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.