Tíðindi
Klippa trø og høgan vøkstur í Kirkjugørðum
Býráðið samtykti á býráðsfundi tann 23. mars. 2026, at loyva teknisku deild at avgera hvørji trø og høgur vøkstur, sum ikki fylgir ásetingini í reglugerðini fyri kirkjugarðarnar, skal burtur.
Eftir hettar, var heitt á borgarar í Sunda kommunu, ið eiga trø og annan høgan vøkstur í einum av kirkjugørðunum, um at taka tað burtur áðrenn várvøksturin byrjaði. Um hetta ikki bleiv gjørt, tilskilaði Sunda kommuna sær rættin at taka vøksturin burtur.
Í juni og juli fer Sunda kommuna runt í kirkjugarðar at skera trø og annan høgan vøkstur burtur.
Í reglugerðini fyri kirkjugarðarnar í Sunda kommunu, sum kom í gildi tann 1. Juni 2021 stendur, at “í ongum føri er loyvt at planta høgan vøkstur, heldur ikki trø ella trævøkstur, sum kann breiða seg til onnur gravstøð.”