Tíðindi
Umhvørvisvikan á dagstovnunum
28.05.2026
Frísk luft, látur, reyðir kjálkar og gott samanhald hava eyðkent úti- og umhvørvisvikuna hjá Sunda kommunu. Við Stórheygg í Hósvík hava børn og vaksin ruddað niðri á sandinum og rundan um barnagarðin.
Eisini hava tey verið á kanningarferð við inspiratión frá sendingini “Sært tú fuglin?”, vitjað Hvalastøðina við Áir, sett niður epli og ertrar, spælt við vatn, fingið vitjan av vøggustovubørnum á Oyrabakka – og mangt, mangt annað.
Børnini við Kráir hava ruddað niðri við ánna, settu epli niður, og vitja Hvalastøðina við Áir.
Sunda kommuna takkar dagstovnunum fyri at taka lut í umhvørvisvikuni. Tað er sera gott, at børn longu frá ungum aldri læra um umhvørvi, og at víst verður á tí vøkru náttúruna vit hava í Sundalagnum.