Tíðindi
Gera 100 parkeringspláss við Ítróttahøllina
02.11.2020
Skjótt verður nýggja stásiliga ítróttahøllin við Streymin klár at taka í nýtslu.
Í løtuni verður arbeitt við at planera fyri parkeringsøkið við ítróttahøllina við Streymin. Arbeiðið varð boðið út og HZ maskinur hevði lægsta boð og fekk arbeiðið.
Parkeringsøkið er trý smærri øki, sum eru forskotin í hædd. Tilsamans verður pláss fyri áleið 100 bilum.
Arbeiðið er mett til knappa millión krónur
Í fyrsta umfari verður økið bert grovplanerað. Ætlanin er seinni at leggja drenrør seta ljós upp, asfaltera og mála parkeringsbásar. Væntandi verður plássið liðugt í 2021.
Seinastu tíðindi
12
jan
Sunleif aftur á umhvørvisplássinum
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðsfólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
07
jan
Bussleiðin avlýst
05
jan