Tíðindi

Trivnaðarsamskipari er settur

24.02.2021

Hildur Durhuus byrjaði í dag sum trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu. Talan er um eitt farloyvisstarv.

Hildur, ið er búsitandi í Tórshavn, hevur 25 ára royndir frá størvum í upplivingar- og ferðavinnuni, bæði í privata geiranum og í almennu umsitingini. Hildur er útbúgvin Master í upplivingarleiðslu.

Trivnaðarsamskiparin er skrivari í trivnaðarnevndini og hevur ábyrgd av at fyrireika og avgreiða mál hjá trivnaðarnevndini. Harumframt hevur hon hópin av spennandi uppgávum innan samskifti og samskipan. Hildur hevur t.d. ábyrgd av at samskipa tiltøk hjá Sunda kommunu og leiklutin hjá kommununi við onnur, ið fyriskipa tiltøk í Sunda kommunu. Eisini hevur hon samskiftið við ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi, áhugafeløg, trúarlív, einstaklingar v.fl. um hendi.

Hildur er klár at hjálpa og svara fegin fyrispurningum og øðrum.
Hon er at hitta á hildur@sunda.fo ella telefon 53 81 45.

 

Vit ynskja Hildur hjartaliga tillukku við starvinum og vælkomnari í Sunda kommunu.

Seinastu tíðindi

07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
07
jan
Bussleiðin avlýst
05
jan
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
22
des
Lesa til próvtøku um jóltíðir?