Tíðindi
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 13. mai 1997, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna á býráðsfundi tann 23.03.2026 hevur samtykt, at gera niðanfyristandandi broytingar í byggisamtyktini fyri Sunda kommunu.
Broyting í Byggisamtyktini fyri Sunda kommunu.
Til C vinnu- og ídnaðarøki (út á sjógv sunnanfyri á økinum)
Broytingin kann síggjast her.
Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð frá 24-03-2026 til 22-04-2026, báðir dagar íroknaðir
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, og skulu vera Sunda kommunu í hendi seinasta lagi 05. mai 2026.
Oyrarbakki tann 24.03.2026
Sunda kommuna
Oyrarbakkavegur 3
400 Oyrarbakki