Tíðindi
Áheitan um at taka høgan vøkstur burtur í kirkjugørðum
24.03.2026
Heitt verður á borgarar í Sunda kommunu, ið eiga trø og annan høgan vøkstur í einum av kirkjugørðunum, um at taka tað burtur áðrenn várvøksturin byrjar. Um hetta ikki verður gjørt, tekur Sunda kommuna vøksturin burtur.
Samtykt var á býráðsfundi tann 23. mars 2026, at loyva tekniskudeild at taka trø og høgan vøkstur burtur, sum ikki fylgja ásetingini í reglugerðini fyri kirkjugarðarnar.
Í reglugerðini fyri kirkjugarðarnar í Sunda kommunu, sum kom í gildi tann 1. Juni 2021 stendur, at “í ongum føri er loyvt at planta høgan vøkstur, heldur ikki trø ella trævøkstur, sum kann breiða seg til onnur gravstøð.”