Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Lesikafé í Hósvíkar skúla

27.03.2026

25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs og verður tí móðurmálsdagurin hildin kring alt landið hendan dagin.

Nám heitir í hesum sambandi á skúlar í landinum at leggja sær móðurmálsdagin í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini, men í øllum lærugreinum, so næmingar verða kunnaðir um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti. 

Í Hósvíkar skúla varð dagurin merktur av eini hugnaligari lesikafé. 

Bjóðað varð toast og frukt. Síðani var møguleiki at lesa frílesing, gera eitt bókaummæli, skriva eina søgu og evna sær eitt bókamerkið.