Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Dávur Emil 20 ára starvsdag

25.03.2026

1. mars hevði Dávur Emil Hansen 20 ára starvsdag hjá Sunda kommunu.

Til hátíðarhaldi vóru familja og starvsfelagar boðin til kaffi og køku í messuni í Hvalvík. Við úr Tjørnuvík hevði Dávur Emil sera gott turt kjøt, rullipylsu og salt kjøt, ið eisini bleiv noti til fuldnar hesa hugnaligu løtu.  

Dávur Emil Hansen byrjaði sum umsjónarfólk hjá Sunda kommunu 1. mars 2005, og kunnu vit ikki annað enn kenna okkum heppin, at hava havt hann øll hesi árini. Dávur Emil er sera arbeiðssamur, álítandi, fyrikomandi og vinarligur. Dávur Emil er komin á pensjónsaldur, men hevur hann sjálvur ynskt at hildi á fram at arbeiða eina tíð afturat.  

Til hátíðarhaldið segði Eyðstein Zachariasen nøkur orð og gav Dávur Emil blómutyssi, gávu og minnimerkið frá Sunda kommunu.

Vegna býráðið og umsitingina í Sunda kommunu vilja vit takka tær fyri, at tú hevur verið ein stórur og týndingarmikil partur av kommunala arbeiðinum seinastu 20 árini. 

Hjartaliga tillukku við 20 ára starvsdegnum.