Tíðindi

Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár

03.01.2022

Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum.

Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða.

Av trygdarávum mælir IRF tí fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár.

Hvussu skal fýrverk beinast burtur?

Fýrverk verður beint burtur á rættan hátt við at lata tað inn til eitt mannað endurnýtslupláss, har tað verður heintað av IRF. Í Sunda kommunu er tað til umvhørvisplássið við Streymin ella við Gjógv - sí upplatingartíðir her 

Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið.

Um størri nøgdir av fýrverki skulu beinast burtur, verða fólk biðin um at ringja til IRF á 414243 fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF.

Seinastu tíðindi

12
jan
Sunleif aftur á umhvørvisplássinum
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
07
jan
Bussleiðin avlýst
05
jan
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar