Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Kunnandi fundur um fongslið við Áir

09.06.2026

Komandi týskvøld skipa Danmarks Fængsler og Sunda kommuna fyri kunnandi fundi um komandi fongslið við Áir.

Í sambandi við, at tilgongdin við nýggja fongslinum við Áir gongur væl, at lendisviðurskiftini við jarðareigarnar eru komin upp á pláss, og umsóknin um at broyta byggisamtyktina fyri ætlaða økið er latin kommununi, skipa Danmarks Fængsler og Sunda kommuna fyri einum kunnandi fundi í Leguhúsinum í Nesvík týskvøldið 16. juni kl. 19:30. 

Umboð frá Danmarks Fængsler og Sunda kommunu leggja fram um verkætlanina, og hvat tað merkir fyri nærumhvørvið, at eitt komandi fongsul verður staðsett í kommununi. Høvið verður at seta spurningar til verkætlanina. 

Aftaná fundin verður drekkamuður og ábit at fáa. Fundurin er almennur, og øll áhugað eru hjartaliga vælkomin.

Sunda kommuna