Tíðindi
Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini
06.03.2023
Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini mikudagin 15. mars 2023 kl. 09.00
Møtt verður niðanfyri Vørðuvegur nr. 8 í Hósvík
Til viðgerðar: Umsókn um loyvi at byggja sethús á matr. nr. 27a, vestanfyri Vørðuvegur nr. 8 í Hósvík.
Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.
Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.
Kristjan Martin Joensen,
sýslumaður
Seinastu tíðindi
11
feb
HVR ársins ítróttafelagsskapur 2025
10
feb
Eldradagurin verður leygardagin 14 mars 2026
09
feb
Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu
29
jan
Kommunustjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaksloyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfarloyvisstarv til barnagarðsstovu á Dagstovninum á Flatinum
05
jan