Tíðindi
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13.04.2025
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 13. mai 1997, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna á býráðsfundi tann 28.10.2024 hevur samtykt, at gera niðanfyristandandi broytingar í byggisamtyktini fyri Sunda kommunu.
Broyting í Byggisamtyktini fyri Sunda kommunu.
- Nýtt øki J1 – Landbúnaður, ætla landbúnaði innangarðs
Broytingin kann síggjast her.
Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð frá 10-04-2025 til 04-06-2025, báðir dagar íroknaðir
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, og skulu vera Sunda kommunu í hendi seinasta lagi 25. juni 2025.
Oyrarbakki tann 10.04.2025
Sunda kommuna
Oyrarbakkavegur 3
Postklivi 10
400 Oyrarbakki
Seinastu tíðindi
12
jan
Sunleif aftur á umhvørvisplássinum
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðsfólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
07
jan
Bussleiðin avlýst
05
jan